Fótbóltur

Geza var besti Grimsby-spælarin í august

Gøtumaðurin gjørdi stóran mun á miðvøllinum.

Ikki óvæntað fall valið á Geza David Turi. Fyrrverandi víkingurin fær viðurkenning í Onglandi (Mynd :Grimsby Town)

Ikki óvæntað fall valið á Geza David Turi. Fyrrverandi víkingurin fær viðurkenning í Onglandi (Mynd :Grimsby Town)

2026-09-10 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby Town hevur seinnapartin kunngjørt besta spælaran í felagnum fyri august, tá hol varð sett á kappingarárið 2026/2027.

Ikki óvæntað fall valið á Geza David Turi.

Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur fingið nógv rós fyri síni avrik á verjukenda miðvøllinum.

Har hevur Geza spælt fulla tíð og eisini lagt upp til og annars verið við í málum.

Grimsby er enn ósigrað í League Two men hevur spælt fýra javnleikir á rað.

24-ára gamli gøtumaðurin verður uttan iva á listanum, tá Eyðun Klakstein mánadagin 14. september fer at kunngerða landsliðið til fyrstu fýra uppgávurnar í Nations League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder