Tað er hørð kapping í øllum pørtum av stigatalvuni í fremstu mansdeildini í fótbólti: Í botninum, í FM-stríðnum og í kappingini um evropeisku plássini.
Í síðstu viku lá Víkingur uttanfyri evropeisku plássini, men við flotta finalusigrinum á KÍ leygarkvøldið, gjørdist liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tað fyrsta at tryggja evropeiskt pláss til 2027. Tað verður sætta árið á rað, at Víkingur spælir í evropeiskari kapping.
Sí eisini: Triðja stóra steypið hjá Víkingi seinastu fimm árini
KÍ og HB hava verið við í ávikavist tíggju og átta ár á rað. Sum støðan er nú hjá KÍ, skal liðið ikki lata høvuðsstaðarfeløgini yvirhála seg - fýra stig eru niður til HB og seks til B36.
KÍ fer tó fyrst og fremst eftir FM og Champions League-plássinum, hetta við nýggjum venjaratoymi.
Í løtuni er NSÍ á hesum plássi: Á FM-kós, nú seks dystir. Ógvuliga nógv skal til fyri at tað skal ganga galið hjá oddaliðnum í mun til evropeisku gáttina sum heild.
Trýstið vaks á serliga havnarfeløgini eftir steypafinaluna. HB var annars í Sarpugerði og vann á Víkingi átta dagar frammanundan, og vikuna áðrenn tað fekk B36 eisini stig móti Víkingi á útivølli.
Nú er Víkingur sum so úti av líkningini, og kann spæla frítt, og 3. plássið er á pappírinum krav.
Hetta uttan so, at Víkingur endar í topp-trý: So er 4. plássið framvegis nóg mikið at koma í Conference League næsta ár.
Støðan í løtuni í oddinum:
![]()
Her sæst restin av dystarskránni - sunnudagin eru HB og B36 bæði á útivølli til lumpisligar uppgávur: Ávikavist Skála og EB/Streym. KÍ skal koma á vinnarakós aftur í Vágum, og NSÍ tekur ímóti Víkingi
Fyritreytirnar eru øðrvísi í ár enn í árunum 2020-2025, tá steypafinalan var seinasti dystur á árinum. Tá varð "seinasta" evropeiska plássið ikki staðfest fyrrenn á seinasta degnum.
Nú vita liðini, at tað kann er neyðugt at enda í topp-trý, ella beint undir Víkingi, um Víkingur endar á heiðursmerkjaplássið, um tað skal bera á mál.
Evropeisk pass hjá føroysku liðunum í 2026:
1. Champions League
2. Conference League
3. Conference League
Steypavinnari: Conference League (2. umfar) - Víkingur
Um Víkingur endar í topp-trý verður 4. plássið "seinasta" evropeiska plássið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald