- Visti eg ikki betri og bara hoyrdi miðlarnar, so hevði eg sagt at Bárður á Steig Nielsen er løgmaður í Føroyum. Tí hann loypur inn í hvørt tað einasta hol, sum er tómt, og hvørja einastu ferð miðlarnir koma framvið ,er tað Bárður sum úttalar seg vegna landsstýrið, segði Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini á FM1 mikudagin.
- Og hann úttalar seg stórtsæð sum ein sambandsmaður og ikki sum man skuldi trúð, vegna tað samgonguskjalið sum fyriliggur. Men nú hevur Beinir so verið úti og sagt okkurt, segði Tórbjørn Jacobsen millum annað.
Síggj videobrot omanfyri ella lurta eftir allari sendingini her.
--
Undarligt at hoyra gestalistan til jarðarferðina - føroyingar ikki við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald