Mentan

Sexaginta: Hansina Iversen í Steinprenti

Seksti ára føðingardagsframsýningin hjá Hansini letur upp fríggjadagin klokkan 16. Í erva hongur ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir.

2026-09-10 17:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sermerkta latínska framsýningarheitið SEXAGINTA merkir trýss og er heitið á seksti ára føðingardagsframsýningini hjá Hansinu Iversen, sum kann upplivast á tveimum hæddum í Steinprenti.

Í erva hongur ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir.

Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í meira enn tríati ár og tey flestu sambinda hana við abstrakta málningalist. Men hon er eisini grafisk listakvinna, sum hevur gjørt útivið hundrað prent í Steinprenti. Fleiri teirra, ið teljast sum høvuðsverk í samlaðu framleiðsluni í Steinprenti, verða við á framsýningini.

Hansina hevur gjøgnum árini ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði, har lag verður lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni, har hvør litur verður prentaður sær. Hinvegin kann mann eisini siga, at prentini í stóran mun hava verið ávirkað av málarínum við teimum somu orkumiklu málingastrokunum og einari sermerktari kolorismu, ið er eyðkend fyri listakvinnuna. 

- Tað er áhugavert at uppliva eitt so stórt úrval av hennara steinprentum sum vit hava høvið til á føðingardagsframsýningini. Tað elsta prentið er frá 1998 og tað nýggjasta er frá í ár – og munur er á teimum, men okkurt hava tey í felag kortini. Tey nógvu prentini fevna bæði tað einfalda og tað maksimala í vøkrum samansetingunum av málingastrokum, organiskum skapum og gjøgnumskygdum laveringum, sum flóta á myndaflatanum.

Sjálvt um stílurin er eyðkendur, eru verkini fjølbroytt og tykjast lødd av einum áhaldandi vilja til at bróta upp úr nýggjum og gera okkurt annað enn tað upplagda. Verkini hjá Hansinu snúgva seg í stóran mun um ljós og samanhang, sum bæði sæst í einstøkum verkum og verkanna millum. 

Hansina Iversen: SEXAGINTA letur upp í Steinprenti fríggjadagin 11. september klokkan 16-18

Steinprent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder