Í summar hevur forvitnislig framsýning verið í Gamla Skúla í Leirvík, sum hevur tikið støði í útgrevstrinum á Toftanesi.
Útgrevsturin fór fram í Leirvík í 1980'unum, og tað verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu fornfrøðiligu uppgavingunum í Føroyum. Tjóðsavnið skrivar, at í útgrevstrinum var ein bóndagarður frá víkingatíð funnin. Í garðinum vóru fýra hús, tíðarfest til umleið 900 talið.
Útgrevsturin prógvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum.
![]()
![]()
Frá framsýningini (Mynd: Eysturkommuna)
Næst komandi vikuskifti at vitja framsýningina í Gamla skúla.
Eysturkommuna boðar frá, at opið er leygardagin 12. september klokkan 10:00 – 17:00 og sunnudagin 13. september kl. 13:00 – 17:00.
- Hetta vikuskifti verður aftur møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, ið funnin varð á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, úr bronsu ella silvur, og gjørd í Borre-sniði. Tað er gullsmiður Ghita Ring, Gitustova.fo, ið hevur gjørt eftirgerðina, skrivar eysturkommuna.fo
Tað er ókeypis atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald