Ákærdur fyri at seta eld á pisshús: Fríkendur í Føroya rætti

Rætturin metti ikki at ákæruvaldið hevði prógvað, at tann ákærdi hevði sett eld á. 70 ára gamli maðurin varð fríkendur.

Mynd frá videobroti 9. september 2024

Mynd frá videobroti 9. september 2024

2026-09-09 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 70 ára gamal maður er í dag fríkendur í Føroya rætti. Hann var annars ákærdur fyri at hava sett eld á eina ruskspann á almenna veginum á Vaglinum í Havn í september 0224.

Tað skrivar Frihedsbrevet í dag.

Ákærdi maðurin var tann sum boðaði alarmsentralinum frá eldinum, men tað var ikki tí, hann sjálvur hevði sett eld á, vildi hann vera við.

Hann hevði verið á bókasavninum og var síðan farin ein túr til gongu oman í Vágsbotn. Har sá hann, at eldur var í almenna vesinum og hevði síðani ringt til 112.

Frihedsbrevet skrivar, at ákæruvaldið kravdi níggju mánaða fongsulsrevsing og at Betri Trygging hevði sett fram endurgjaldskrav upp á umleið 1,25 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder