IRF fer nú undir eitt nýtt átak á sosialu miðlunum, sum næstu tveir mánaðirnar skal seta sjóneykuna á avroð og røkka yngra ættarliðnum við filmum, myndum, uppskriftum, how-to-tilfari og øðrum innihaldi.
Fletting og matgerð við avroðum var á skránni, tá hondbóltslandsliðini hjá kvinnum og monnum hittust til ein spennandi dag í Bø, har okkara siðvenja og mentanararvur var á breddanum. Úrslitið sæst komandi vikurnar á sosialu miðlunum hjá AVROÐ.
(Mynd: IRF)
Landsliðsleikararnir eru tó bara ein partur av átakinum. Komandi vikurnar og mánaðirnar verður ymiskt innihald lagt út – millum annað how-to-filmar, uppskriftir, filmar, myndir og søgur, sum geva íblástur til, hvussu avroð kunnu gagnnýtast betur.
Endamálið er at gera vitanina um avroð og gagnnýtsluna av føroyskum tilfeingi meira atkomiligt og viðkomandi fyri eitt yngri ættarlið.
(Mynd: IRF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald