Uttanlands

Bilur koyrdi inn í mannamúgvu: Ein deyður og 15 løstað

Hetta hendi við viðarlundina Tiergarten miðskeiðis í Berlin, har eitt Pride-tiltak var. Leitað verður eftir gerningsmanninum

(Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-25 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein bilur koyrdi fyrr í kvøld inn í eina mannamúgvu sum luttók til eitt Pride-tiltak í viðarlundini Tiergarten miðskeiðis í Berlin.

Hetta skriva fleiri týskir miðlar, og tað er eisini tað sum løgreglan arbeiðir eftir.

Sambært løgregluni verður nú leitað einum ella fleiri gerningsfólkum.

Pride-tiltakið er avlýst og løgreglan mælir til at gestirnir fara burtur frá økinum og at aðrir borgarar halda seg burtur meðan politiatsóknin er í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder