Ferðafólkaskipið MV "Hondius", sum seinastu tvær vikurnar hevur verið í niðurlendska býnum Rotterdam til sóttreinsan í kjalarvørrinum á hantavirusútbrotinum, sum varð staðfest umborð, hevur nú fingið loyvi at sigla víðari.
Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Rotterdam sambært tíðindastovunum AFP og Ritzau.
Skipið var ávegis úr Argentina til Kap Verde í apríl, tá hantavirus varð staðfest umborð. Trý ferðafólk - eitt niðurlendskt par og ein týskur ríkisborgari - doyðu.
Skipið, sum siglur undir niðurlendskum flaggi, kom til Rotterdam 18. mai. Umborð vóru tá 27 fólk - manningin, sum taldi 25, og tvey heilsustarvsfólk.
Upprunaliga vóru umleið 150 ferðafólk úr 23 ymiskum londum umborð. Eftir at hava verið í Kap Verde kom skipið til Kanariuoyggjarnar 10. mai, har fleiri enn 120 fólk vórðu flutt av skipinum og aftur til annaðhvørt Niðurlond ella teirra heimlond.
Heimsheilsustovnurin, WHO hevur mælt til, at ferðafólkini verða koyrd í sóttarhald í 42 dagar, men londini hava sjálvi avgjørt, hvussu borgarar teirra skuldu handfarast.
Hantavirus er eitt sjáldsamt virus, sum spjaðir seg gjøgnum rottur og mýs, og kann tað smitta fólk, sum koma í samband við skarn ella land hjá hesum djórum. Frábrigdið av hantavirus, sum varð staðfest umborð á Hondius, sonevnda Andes-frábrigdið, kann eisini smitta umvegis tæt samband millum fólk.
Vanligastu sjúkueyðkennini fyri hantavirus eru fepur, høvuðpína, pína í lendum, kvalmi og spýggja. Hjá børnum er sjúkan ofta mildari enn hjá vaksnum.
Heilsumyndugleikar bæði uttanlands og herheima hava undirstrikað, at vandin fyri almennu fólkaheilsuni er sera lítil, og eigur hantavirus ikki at verða samanborið við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald