Innanlands

Tingfundurin niðurlagdur

Eitt broytingaruppskot er komið til uppskotið um Suðuroyartunnilin frá seks tinglimum í trimum ymiskum flokkum, og tingfundurin verður tikin uppaftur kl. 11.30

Nógv at tak støðu til í tingsalinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv at tak støðu til í tingsalinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-25 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 11 byrjaði tingfundurin, har millum annað málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin skulu til 3. viðgerð, men tingfundurin varð longu niðurlagdur fáar minuttir seinni.

Tingfundurin byrjaði við, at uppskotið um broytingar í eftirlønarlógini, m.a. greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, varð einmælt samtykt.

Síðani varð boðað frá, at eitt broytingaruppskot til uppskotið um Suðuroyartunnilin varð lagt fram, og fyri at geva tingfólkum høvi at lesa uppskotið, varð tingfundurin niðurlagdur.

Uppskotið snýr seg um at projektera alternativa tunnilsleið eisini.

Les eisini: Broytingaruppskot: Vilja projektera báðar leiðirnar

Uppskotstillarar eru Erling Eidesgaard, Magnus Rasmussen, Árni Skaale, Frimodt Rasmussen, Liljan Weihe, og Jóhan Dahl. 

Tað vil siga seks fólk úr trimum ymiskum flokkum Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldi.

Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 11.30.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder