Til aðru viðgerð mánadagin vóru fleiri, sum av tingsins røðarapalli heittu á løgmann og Tunnilsfelagið um at bjóða alternativu tunnilsleiðina út eisini.
Ein av hesum var Erling Eidesgaard. Tjóðveldistingmaðurin tók til, at "man noyðist at lurta". Hann var ein av fýra samgongutinglimunum, sum ikki atkvøddu fyri at fara undir at fyrireika, projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin - við ti at hann skal ganga úr Djúpadali við Skarvanes, eins og Landsstýrið og Pf. Suðuroyartunnilin mælir til.
Les eisini: Tvey av trimum hjá Framsókn ímóti - Erling atkvøddi blankt
Eitt broytingaruppskot hjá Magnusi Rasmussen var fyri mánadagin. Tað kom ikki ígjøgnum, men Sambandstingmaðurin roynir aftur nú - hetta millum annað saman við Erlingi Eidesgaard.
Onnur tingfólk í Tjoðveldi og Sambandsflokkinum eru sum skilst við í uppskotinum. Tað skulu vera minst fýra tingfólk á slíkum.
Tað var eisini uppá tal, at fólk úr Fólkaflokkinum skulu vera á - hetta er ikki váttað enn.
Kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 mánadagin, vísir, at væl fleiri av veljarum ynskja alternativu leiðina: 44 prosent av føroysku veljaranum halda, at Suðuroyartunnilin skal ganga frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd, sum ein tunnilsbólkur hevur mælt til.
Sí eisini: Veljarakanning: Meiriluti móti málunum sum tey liggja tinginum nú
Kostnaðarmetingin fyri at projektera hesa leiðina eisini liggur millum 20 til 25 milliónir krónur.
Dagført: 11.40: Nú er greitt, at Uppskotstillarar eru Erling Eidesgaard, Magnus Rasmussen, Árni Skaale, Frimodt Rasmussen, Liljan Weihe, og Jóhan Dahl. Tað vil siga í trimum ymiskum flokkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald