Ímillum aðru og triðju viðgerð í málunum um Suðuroyartunnil (fyririeking, projekting og útboð) og pensjónsaldurin (hækka hann til 69 ár skjótari enn sum nú er), hava nøkur ivamál stungið seg upp.
Sí eisini: Flyta málið um Suðuroyartunnilin fram um málið um pensjónsaldurin
Tað er greitt, at stevið í samgonguni og innanhysis i flokkunum ikki er batnað, hóast málini komu ígjøgnum við aðru viðgerð. Í sending á FM1 seinnapartin týsdagin, vístu viðmerkjararnir á, at fleiri tingfólk í samgonguni gera, júst sum vilja.
- Í Javnaðarflokkinum stóðu tey saman um bæði málini, men har hava kreppufundir verið, og tað kann henda, at onkur atkvøður ímóti pensjónsmálinum..Framsókn og Tjóðveldi eru ikki stjórnarberandi.
Eirikur Lindenskov og serliga Jóhann Lützen høvdu onnur ástøði um, hvat kann henda í morgin.
– Um premissan er, at samgongan skrædnar, so vil hvør flokkur enda so væl sum møguligt - hava tí bestu exit-strategiina. Har síggi eg fyri mær, at Framsókn kann taka seg úr samgonguni, og at "Javnaðarflokkurin sigur takk fyri seinast", eftir at Suðuroyartunnilin er komin ígjøgnum.
![]()
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og samfelagsfrøðingur, vísti á, at her eru als ikki allar súðir syftar enn
Les eisini: Verljarakanning: Meiriluti ímóti málunum sum tey eru - broytingaruppskot ávegis
Tingfundurin við triðju viðgerðunum byrjar klokkan 11 í dag, mikudagin 25. februar. Portalurin og FM1 vera á staðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald