Mánadagin 9. mars 2026 verjir Heðin Ingi Abrahamsen ph.d.-ritgerð. Hon hevur heitið: “Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”
Ph.d.-verjan verður klokkan 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Henda verjan verður á norðurlendskum máli.
Hetta upplýsir Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.
- Sum ph.d.-lesandi hevur Heðin Ingi Abrahamsen verið starvssettur á Firum og innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Í vegleiðaratoyminum vóru hesir:
Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðarar. Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hjávegleiðari
Í Metingarnevndini vóri Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Lars Ganzel, lektari á NTNU og Harry B. Bingham, professari á DTU, upplýsir setur.fo.
Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.
Ritgerðin sjálv er tøk á Pure-vanganum hjá Heðini Abrahamsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald